« 2010 » Heim « Sep »
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30      
M T M H F L S

Atgongmerki kunnu nú bíleggjast her á síðuni. NB! skulu heintast 10 min. áðrenn film/tiltak.

Brot úr samtyktum fyri stovnin

Stýrislimirnir verða valdir fyri 4 ár í senn, og verða valdir í mars mánað, aftaná eitt býráðsval. Stýrið ásetir reglur fyri virki sítt, og er heimilað at seta dagligan leiðara fyri grunnin at samskipa virksemið.

Stýrið hevur fund, so ofta verður hildið neyðugt, til at taka sær av teimum uppgávum, sum vanliga eru. Formaðurin kallar inn til stýrisfund, antin sjálvur ella um ein av hinum stýrislimunum biður um tað. Á stýrisfundi verða allar avgerðir at taka við vanligum meiriluta, men stendur á jøvnum, røður formansins atkvøða.

Ognin verður teknað av formanninum ella av dagliga leiðaranum, men til veðsetan og sølu av føstum ognum ella til upptøku av láni, krevst góðkenning frá Klaksvíkar Kommunu. Stýrið og dagligi leiðarin skulu virka fyri, at virksemið í húsinum verður væl samskipað og væl virkandi, og stíla fyri, at virksemið í ognini saman við møguligum studningi, útvegar neyðuga inntøku til dagliga raksturin av ognini, t.v.s. til hita, el og vanligar umvælingar.

Fyri hvørt ár ger stýrið roknskap fyri virksemið, og letur roknskapin til kommununa. Roknskapurin verður grannskoðaður av einum skrásettum ella góðkendum grannskoðara.

Saman við roknskapinum verður latin frágreiðing um virksemið hjá grunninum undanfarna ár við tilskilan av, hvørji tiltøk hava verið, luttøka og annars viðurskifti av áhuga.

Stýrið skal ansa væl eftir øllum ognum grunsins og syrgja fyri, at bygningurin og innbúgvið eru neyðturviliga tryggjað.