Á vári 2001 varð stig tikið til at umskipa bygnaðin fyri ognina Atlantis, ogn hjá Klaksvíkar kommunu, men higartil ístandsett og rikin av Klaksvíkar Sjónleikarafelag.
Avgjørt varð at seta á stovn ”Grunnin Mentanarhúsið Atlantis” við heimstaði í Bøgøtu í Klaksvíkar kommunu, handa ognina matr. nr. 672 til grunnin, samstundis sum grunnurin átekur sær skyldurnar, sum Klaksvíkar Sjónleikarafelag hevur yvirfyri Norðoya Sparikassa í samband við umbyggingina, sum í høvuðsheitum varð gjørd frá 1995 til 1997.
Grunnurin, ið er ein sjálvsognarstovnur, verður umsitin av einum stýri við 3 limum, valdir av Klaksvíkar kommunu og Klaksvíkar Sjónleikarafelag.
Endamálið við grunninum er at vera karmur um mentanarligt virksemi í býnum, t.v.s. gjøgnum sjónleik, filmsfyrivísan, kvøldsetur, upplestur, sang og tónleik, fundir og annað fyri slík hús líknandi virksemi, og kunnu bólkar, einstaklingar og feløg gera nyttu av húsinum.